Nógv tann størsta lastin

Nógv tann størsta lastin
Gøtunes landaði leygardagin nógv ta størstu svartkjaftalastina, sum Loðnuvinnslan á Fáskrúðsfirði í Íslandi hevur fingið higartil
Gøtunes.
 
07.05.2025 - 07:14

Gøtunes landaði leygardagin nógv ta størstu svartkjaftalastina, sum Loðnuvinnslan á Fáskrúðsfirði í Íslandi hevur fingið higartil.

Talan var um 3.606 tons. Nógv tað mesta var svartkjafur. Eitt sindur av makreli var eisini uppií, skrivar verksmiðjan á heimasíðuni.

Tað tók hálvt annað samdøgur at landa Gøtunes og fýra samdøgur at arbeiða fiskin.

Tað mesta fór til mjøl.

Hetta er eisini størsta lastin hjá Gøtunesi higartil. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096