Brekumboðið skal flokkast og hølir finnast áðrenn tað verður lýst leyst

Brekumboðið skal flokkast og hølir finnast áðrenn tað verður lýst leyst
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður við almannamálum, skilir væl, at fólk ótolnast eftir brekumboðnum, sum ikki er sett enn
Eirikur í Jákupsstovu er landsstýrismaður við almannamálum og hevur ábyrgd fyri brekumboðnum
 
08.05.2025 - 19:54

Hóast lógin um brekumboð kom í gildi í januar í ár, so er enn einki brekumboð sett. Starvið er heldur ikki leyst og so eru hølir heldur ikki funnin.

Tað harmar Bárð Atlason Ísheim, sum er aðalskrivari í Megd, sum í tíðindunum á middegi segði, at tað er átrokandi er, at brekumboðið verður sett sum skjótast.

Og Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður við almannamálum, skilir væl at fólk ótolnast. 

Men orsøkin til, at starvið ikki er sett enn er, at har eru nógv ymisk viðurskifti skulu loysast áðrenn tað kann setast - og lýsast leyst.

- Vit mugu finna útav, hvussu brekumboðið skal flokkast, og so mugu vit finna høli, áðrenn vit kunnu lýsa starvið leyst, sigur Eirikur í Jákupsstovu.

Landsstýrismaðurin veit ikki við vissu, nær brekumboðið verður sett og stovnurin letur upp, men hann  leggur afturat at fígging er fingin til vega til tvey fólk.

 

Les eisini: MEGD harmast: Einki brekumboð er sett enn

Trýst á leinkið niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum varð í tíðindunum klokkan 18.00:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Fríggjadag 8. mai
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
208107
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968