Theis: Gott at spæla um fyrsta plássið við Tjarnir

Theis: Gott at spæla um fyrsta plássið við Tjarnir
Nú verður farið við øllum eftir fyrsta plássinum, tá Ukraina vitjar Føroyar við Tjarnir sunnudagin. - Tað verður deiligt at sleppa at enda har, segði Theis Horn Rasmussen
08.05.2025 - 22:32

Føroyar vunnu á Kosovo, og við sigrinum var plássið í EM-endaspælinum í januar tryggjað. 

Tí er lagt upp til veruliga veitslu sunnudagin, tá Føroyar taka ímóti Ukraina við Tjarnir. Men veitslan verður ikki fullkomin, um føroyingarnir ikki fáa fyrsta plássið í bólkinum.

 - Vit fóru eftir at vinna hendan dystin, so vit kundu tryggja okkum eina luttøku til EM, og nú fer alt inn upp á, at vit skulu hava hatta fyrsta plássið. Tað er hundrað prosent, segði Theis Horn Rasmussen.

Tað gekk striltið stóran part av dystinum, og Kosovo, sum hevur vunnið á Ukraina og spælt javnleiki ímóti Hollandi í Pristina, hevði leingi lítla yvirvág.

Føroyingarnir hildu kortini høvdið kalt. Eisini tá takklingarnar hjá heimaliðnum ikki fingu tær avleiðingarnar, sum tær kanska av røttum áttu at fingið, og síðstu løtuna eydnaðist at hála 25-23 sigurin heim. 

 - Tað var ræðuliga intenst, og tað var ein sera fysiskur dystur. Har bleiv alvorliga spælt við musklunum, má mann siga, segði Theis Horn Rasmussen, sum nú kann fara at pakka sær EM-taskuna. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233