Venjarin: Fara eftir fyrsta EM-sigrinum

Venjarin: Fara eftir fyrsta EM-sigrinum
Rópini vóru ikki meir enn tagnaði við Tjarnir eftir 35-27 sigurin á Ukraina, áðrenn venjarin, Peter Bredsdorff-Larsen setti nýggj mál. Føroyar skulu hava fyrsta EM-sigurin
11.05.2025 - 20:40

Føroyar skulu hava sín fyrsta EM-sigur í Oslo.

Tað segði venjarin, Peter Bredsdorff-Larsen eftir sannførandi 35-27 sigurin á Ukraina við Tjarnir, sum tryggjaði Føroyum fyrsta plássið í bólkinum frammanfyri Hollandi.

 - Vit skulu til endaspælið fyri at vita, um vit ikki kunnu fáa okkara fyrsta EM-sigur, segði Peter Bredsdorff-Larsen.

 - So droyma vit eisini um, at vit fáa eitt lutakast, sum ger, at vit kunnu spæla okkum í miðumfarið, men vit skulu eisini minnast til at vera eyðmjúk at gleða okkum um, at vit skulu til EM fyri aðru ferð, segði Peter Bredsdorff-Larsen.

Bólkasigurin hevur við sær, at Føroyar vera í næstovasta styrkisbólki, tá lutakastið verður í Herning hósdagin. í heyst skal manslandsliðið vera við í venjingarkappingini "Golden League" saman vit Danmark, Norra og Hollandi, áðrenn venjingardystir í januar, sum eftir øllum at døma vera ímóti Italia.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096