Føroyar eru styrkismettar saman við stórtjóðum

Føroyar eru styrkismettar saman við stórtjóðum
Tað er nú greitt, at Føroyar verða styrkismettar í styrkisbólki 2 saman við hondbóltstjóðum sum Spania, Kroatia og Norra
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.05.2025 - 12:31

Føroyar settu í gjár punktum fyri EM-undankappingina við einum 35-27 sigri á Ukraina í høllini við Tjarnir. Hetta var somuleiðis seinasta landsliðsumfar á hesum sinni. Navn er nú sett á tey 24 londini, sum skulu luttaka í EM-endaspælinum, ið verður í Danmark, Svøríki og Norra frá 15. januar til 1. februar komandi ár.

Evropiska Hondbóltssambandið, EHF, hevur í dag kunngjørt, at Føroyar verða styrkismettar í næstovasta styrkisbólki saman við stórum hondbóltstjóðum sum Spania, Kroatia, Norra og grannunum úr Íslandi, umframt Portugal.

Góðu avrikini hjá føroyska manslandsliðnum gera, at Føroyar verða styrkismettar í styrkisbólki 2. Tað var ágóðin av at vinna á Ukraina og vinna undankappingarbólkin. Hetta merkir, at vit ikki kunnu kom í bólk saman við hinum londunum í styrkisbólki 2. 

Tað er longu greitt, at Føroyar verða í bólki D, sum verður spældur í Olso. Umframt hini londini í styrkisbólki 2, kunnu Føroyar heldur ikki koma í bólk saman við Danmark, Týsklandi og Svøríki úr styrkisbólki 1.

Vertstjóðirnar, Danmark, Svøríki og Norra, og verandi EM-vinnararnir, Fraklandi, komu beint til EM-endaspælið. Hinir 20 londini hava spælt seg til endaspælið.

Lutakastið verður hósdagin 15. mai klokkan 18.00.

 

Styrkisbólkar:

Styrkisbólkur 1: Frakland, Danmark, Svøríki, Týskland, Ungarn, Slovenia

Styrkisbólkur 2: Portugal, Norra, Ísland, Kroatia, Spania, Føroyar

Styrkisbólkur 3: Eysturríki, Holland, Montenegro, Kekkia, Pólland, Norðurmakedónia

Styrkisbólkur 4: Georgia, Serbia, Sveis, Rumenia, Ukraina, Italia

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816