Bundesligan: Tepurt í Týsklandi

Bundesligan: Tepurt í Týsklandi
Bæði Hákun West av Teigum og Elias E. á Skipagøtu vunnu í Bundesliguni um vikuskiftið, men tað var ikki meir. Vilhelm Poulsen skoraði seks mál leygardagin
Hákun West av Teigum kundi fegnast eftir ein nervapirrandi sigur á Stuttgart
Mynd: Tom Weller/Füchse Berlin  
 
07.09.2026 - 09:07

Allir føroyingarnir í Bundesliguni vunnu sínar dystir hetta vikuskiftið, men tað var ikki meir hjá tveimum teirra. 

Hákun West av Teigum og Füchse Berlin vunnu 34-33 á Stuttgart á útivølli. Føroyski vongurin skeyt seks mál í dystinum, sum málverjin Lasse Ludwig avgjørdi við nøkrum bjargingum síðstu minuttirnar.

 


Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði tríggjar ferðir ímóti Göppingen. Eitt gott mást sæst í samandráttinum omanfyri.

 

Elias Ellefsen Á Skipagøtu var ikki við í sigrinum ímóti Beitigheim hósdagin, tí hann var sjúkur, men hann var aftur á vøllinum í Göppingen, har Kiel hevði ilt við at fara undan.

Eindin var, at føroyingurin skeyt trý mál og legði upp til tvey í 32-31 sigrinum hjá Kiel, sum hevur fult stigatal eftir trý umfør.

Vilhelm Poulsen gjørdi vart við seg leygardagin, tá Hannover-Burgdorf vann 30-28 á Hamburg. Føroyski bakspælarin fekk nógva spælitíð í álopinum eftir steðgin, tá Renārs Uščins varð skaddur, og tað gjørdi hann sær dælt av við seks málum upp á átta málroyndir.

Vilhelm Poulsen var toppskjútti hjá heimaliðnum.

 


Tvey góð mál hjá Vilhelmi Poulsen síggjast í samandráttinum omanfyri. Við sigrinum hevur Hannover-Burgdorf fimm stig fyri tríggjar dystir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541