Mæla til at bora úr Skúgvoy

Mæla til at bora úr Skúgvoy
Tað er bæði ráðiligt og gjørligt at gera ein breiðan flatan tunnil niður úr Skúgvoy. Tað er niðurstøðan hjá skjóttarbeiðandi arbeiðsbólkinum, sum løgmaður setti at kanna málið
 
15.05.2025 - 16:08

Arbeiðsbólkurin, sum løgmaður setti at kanna um tað ber til at bora úr Skúgvoy er komin til eina niðurstøðu, sum er handað løgmanni.

Tað er bæði gjørligt og ráðiligt at gera ein breiðan, flatan tunnil niður úr Skúvoy, er niðurstøðan.

Tað fer helst at stytta byggitíðina av Suðuroyartunlinum heilt fitt heldur arbeiðsbólkurin. Av tí sama verður tað ikki serliga nógv dýrari at knýta Skúgvoy uppí tunnilin. 180 milliónir aftrat samlað sæð, .

Sostatt verður tað vegna tær sparingar sum knýta seg at hesum samlað sæð ikki  serliga nógv dýrari at knýta Skúvoynna uppí, Tað hevði annars kosta umleið góða hálva milliard krónur, stendir í niðurstøðuni hjá arbeiðsbólkinum.

Umframt hetta kann ein breiður, flatur tunnil niður úr Skúvoy veita eyka trygd undir arbeiðinum í mun til tað, at tað gert møguligt at stytta longsta tein inn til tunnilsbenið, har sprongt verður til 9 ella 10 km .

Hetta er bæði galdandi fyri loysnina frá Sandi og frá Djúpadali. Møguliga kann rýmingarleið gjøgnum breiðan, flatan tunnil niður úr Skúvoy eisini betra um trygdina í endaliga tunlinum, sum tí eigur at vera kannað betri, enn tað higartil er kannað fyri ein smalan, reystan tunnil upp í Skúvoy.

Tunnil undir Sandsbygd er eitt annað mál, sum fyri umleið einar 370 miliónir krónir gevur eina heldur betri samlaða farleið til Havnar og fram við Sandsbygd.

Arbeiðsbólkurin mælir til, at øll tunnilsinnsløg, tilhoyrandi byggiøkir og atkomuvegir vera gjørd frammanundan og eisini fyribils arbeiðshavn til ferjuna í hóskandi tíð.

 At umhvørvi í Skúvoy ikki er í vegin fyri at hava byggipláss í Skúvoy, er ein neyðug fyritreyt skrivar arbeiðsbólkurin, sum viðmerkir, at málið ikki er avklárað við Umhvørvisstovuna enn.

Umhvørvisstovan kann ikki geva nakað loyvi ella viðmæli fyrr enn søkt er um hetta og neyðug árinskanning gjørd

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263