Skeivt at linka krøvini til 17 ára gomul at koyra bil

Skeivt at linka krøvini til 17 ára gomul at koyra bil
Ferðslutrygd í Danmark hevur mælt politikarum frá at broyta treytirnar, og stjórin í Ferðslutrygd í Føroyum er samd við donsku starvsfelagarnar
Nú kunnu 17 ára gomul koyra frítt í ferðsluni í Danmark um dagin.
Mynd: Vejdirektoratet  
 
21.05.2025 - 08:10

Ráðnum fyri ferðslutrygd dámar einki, at 17 ára gomul í Danmark nú kunnu koyra bil uttan stórvegis treytir.

Í gjár samtykti fólkatingið broytingar í donsku ferðslulógini, sum koma í gildi 1. juli.

Higartil hevur tað verið so, at 17 ára gomul í Danmark skulu hava ein royndan fylgjara við í bilinum. Men nú kunnu hesi koyra frítt frá klokkan 05 á morgni til 20 á kvøldi.

 

Lovisa Petersen Glerfoss. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri ferðslutrygd, heldur, at hetta er ørkymlandi, og starvsfelagar hennara í Danmark halda tað sama.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21052025_Ferdslutrygd_og_koyrikort

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423