Ferðaskrivstovurnar fingu 2.300 atgongumerki

Ferðaskrivstovurnar fingu 2.300 atgongumerki
Ætlaði tú tær til Oslo at hyggja eftir hondbólti, so var næstan neyðugt at keypa tær eina pakkaferð við einari av ferðaskrivstovunum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.05.2025 - 15:52

Kringvarpið hevur nú fingið eitt yvirlit frá Hondbóltssambandinum, sum vísir hvussu atgongumerkini eru býtt.

Sum vit hava hoyrt, so vóru 1.400 atgongumerki sett í fría sølu.

Samtakið millum fyritøkuna Events og ferðaskrivstovuna 62Norð fekk 1.200 atgongumerki.

Smyril Line slapp at umsita 1.000 atgongumerki.

Stuðlar hjá HSF sluppu tilsamans at keypa 850 atgongumerki.

Spælarar og HSF sjálvt sluppu at ráða yvir tilsamans 240 atgongumerkjum, sum gjaldast skuldu fyri.

Føroyingafelagið í Esbjerg fekk eina pulju uppá 50 atgongumerki.

Hondbóltssambandið leggur dent á, at allar fyritøkurnar - eisini stuðlarnir - hava goldið fyri atgongumerkini.

Og til endans vóru 13 atgongumerki, sum fóru ókeypis til starvsnevndina og umsitingina í Hondbóltssambandinum. Hesi eru av teimum 240 atgongumerkjunum, sum spælarar og HSF sjálvi sluppu at ráða yvir.

Alt er útselt, og ongi atgongumerki eru tí at fáa í løtuni. Men Evropeiska hondbóltssambandið lovar nú, at tá freistin hjá hinum londunum at keypa er úti í september, so sleppa føroyingar at keypa avlopið í fríari sølu. Hetta hóast, at Føroyar longu hava fingið meira enn helmingin av øllum atgongumerkjunum at ráða yvir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858