Føroyar og Danmark gera semju um talgilt koyrikort

Føroyar og Danmark gera semju um talgilt koyrikort
- Vónandi er hetta fyrsta stigið til, at føroyska talgilda koyrikortið eisini verður viðurkent í fleiri ES-londum, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður
 
26.05.2025 - 10:28

Bæði í Føroyum og í Danmark kanst tú hava talgilt koyrikort eitt nú á telefonini, so tær ikki nýtist at minnast pengapungin, tá tú fert út at koyra. 

Men føroyska og danska skipanin hava ikki tosað saman, men danski samferðslumálaráðharrin, Thomas Danielsen, og Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum, eru nú samdir um at taka avmarkingina burtur, soleiðis at eitt talgilt koyrikort í Føroyum skal eisini vera galdandi í Danmark – og øvugt.

- Vónandi er hetta fyrsta stigið til, at talgilta føroyska koyrikortið eisini verður viðurkent í fleiri ES-londum, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum, í tíðindaskrivi.

 

Tá Thomas Danielsen, flutningsmálaráðharri, og Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, høvdu skrivað undir avtaluna um koyrikortið. 

 

Tað er í samband við, at Thomas Danielsen, danskur ferðslumálaráðharri, skal koma á stutta føroyavitjan í dag, at avtalan um talgildu koyrikortini landana millum er komið í lag, og harvið er ein loysn gjørd, soleiðis at føroysku koyrikortini verða partur av talgildu skipanini í Danmark.

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, tók í fjør málið upp við ráðharran, tí hon hevur fingið fleiri áheitanir um, at føroyingar eru ónøgdir við, at hevur tú eitt talgilt føroyskt koyrikoyrt, so bar ikki til at fáa tað góðkent í donsku talgildu skipanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221