53 ára gamal maður handtikin fyri at koyra gjøgnum mannamúgvu í Liverpool

53 ára gamal maður handtikin fyri at koyra gjøgnum mannamúgvu í Liverpool
Nógv fólk, sum í dag vóru á Water Street í Liverpool fyri at feira meistaraheitið hjá Liverpool, eru løstað, eftir at ein maður pløgdi gjøgnum eina mannamúgvu við bili sínum
Børn og barnavognar vóru eisini at síggja í mannamúgvuni í Liverpool, sum ein bilur í dag pløgdi ígjøgnum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
26.05.2025 - 21:01

Tað skuldi vera eina dagur, har øll í Liverpool, sum halda við Liverpool FC, skuldu minnast aftur fyri tað góða.

Tey hjástøddu vóru og feiraðu 20. enska meistaraheitið hjá felagnum saman við liðnum, ið koyrdi runt í býnum í bussi, og túsundtals øðrum fjepparum í gøtunum í Liverpool. 

Hesin dagur fer nú í søguna sum ein sorgarleikur, eftir at ein 53 ára gamal hvítur breti, av ókendum orsøkum, pløgdi gjøgnum ein mannamúgvu við bili sínum á Water Street mitt í Liverpool. 

Sosialu miðlarnir eru á tremur við upptøkum av ræðuligu hendingini og eftirspælinum frá henni, har fólk, ið eru frá sær sjálvum, royna at fáa hendur á manninum í bilinum. 

Enn er ikki greitt, hvussu nógv eru løstað ella um nakar hevur latið lív. Og løgreglan veit heldur ikki siga, hvør orsøkin til hendingina er. 

Løgreglan hevur bara staðfest, at ein 53 ára gamal hvítur bretskur maður er handtikin í sambandi við hendingina. 


Mynd: Ritzau / Scanpix
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065