Fyrireika seg at taka tænastugjald fyri tóm býli

Fyrireika seg at taka tænastugjald fyri tóm býli
197 tómir bústaðir eru í Sunda kommunu. 
Býráðið í Sunda kommunu samtykti einmælt í gjár at fyrireika at leggja tænastugjøld á tóm býli.
 
27.05.2025 - 11:45

Sunda kommuna er longu farin at fyrireika seg til at taka pengar, tænastugjald, fyri tóm býli.

Býráðið samtykti einmælt í gjár at fyrireika at leggja tænastugjøld á tóm býli.

Tey skulu koma í fíggjarætlanina fyri 2026. 

Kommunurnar hava fingið lógarheimild at leggja tænastugjøld á tóm býli.

 

Hámarkið 673 kr. um mánaðin

Lógin um tað kemur 1. januar.

Hámarkið er 673 kr. um mánaðin fyri hvørt býli næsta ár.

197 tómir bústaðir eru í Sunda kommunu. 

Tóm býli eru hús, har eingin er skrásettur at búgva.

 

Gjaldið ikki ásett

Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur, at enn er ikki ásett, hvussu stórt tænastugjaldið fyri tóm býli skal vera, men hann væntar, at tað fer at liggja upp ímóti hámarkinum, sum er 673 krónur:

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. juli
Morgunlestur mikudagur 23. juli 2025
194846
Týsdag 22. juli
Morgunlestur týsdagur 22. juli 2025
194833
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
194845 - teknmálstulkað
194872
Mikudag 23. juli
194550 - teknmálstulkað
194868
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844