Samgonguflokkarnir mugu finna sær nøkur vinnaramál

Samgonguflokkarnir mugu finna sær nøkur vinnaramál
Suðuroyartunnil og pensjónsaldur hava uttan iva sína ávirkan á nýggjastu veljarakanningina, sum gevur Fólkaflokkinum 11 tinglimir og samgonguni ein dyggan frammaná
Stóru samgonguflokkarnir mugu finna sær onkur mál, sum kunnu draga veljararnar aftur til teirra, sigur Beinta Løwe, viðmerkjari
 
28.05.2025 - 20:12

Yvirskriftirnar fyri nýggjastu veljarakanningina eru enn einaferð, at Fólkaflokkurin stendur seg sera væl, og at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi standa seg illa.

Tað sigur Beinta Løwe, politiskur viðmerkjari, nú seinasta veljarakanningin hjá spyr.fo gevur Fólkaflokkinum ikki færri enn 11 tinglimir.

Fólkaflokkurin hevur megnað at verið hampiliga friðarligur í kjakinum um Suðuroyartunnil og pensjónsaldur, sum hava verið tey stóru málini, ið hava fylt nógv seinastu vikurnar. Tað - og so tað, at Fólkaflokkurin hevur ein ungan formann - kann vera ein orsøk til, at flokkurin nú stendur seg so væl, sigur Beinta Løwe.

Hinvegin er veljarakanningin serstakliga tungur lesnaður fyri Javnaðarflokkin, ið dettur úr níggju niður á fimm tinglimir.

"Tað er eingin ivi, um at tey málini, vit hava sæð nú í síðstuni, hava spjatt fólk, bæði úti um landið, men eisini inni í samgonguni. Og eg hugsi, at bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava tørv á málum, sum onkursvegna vinna veljaran aftur til teirra," sigur Beinta Løwe.

Nýggja veljarakanningin, sum spyr.fo hevur gjørt fyri portal.fo, gevur hetta tingfólkabýtið: Fólkaflokkurin 11 (+5), Sambandsflokkurin 8 (+1), Javnaðarflokkurin 5 (-4), Tjóðveldi 5 (-1), Framsókn 2 (-1) og Miðflokkurin 2 (0).

 

Beinta_i_tidindunum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327