Fiskimarksbroytingin í 1964: Føroyingar dámdu ikki trolreiðskap

Fiskimarksbroytingin í 1964: Føroyingar dámdu ikki trolreiðskap
Smá lond ynsktu sær egið fiskimark, tí ofta fóru stór lond avstað við fiskinum, sum svam nærhendis landi. Í 1964 var markið flutt úr seks út á 12 fjórðingar
 
27.06.2025 - 15:00

Skrivað og lisið upp: 
Tráin Petursson Nónklett, PhD-lesandi í søgu á Søgu- og samfelagsdeildeini á Fróðskaparsetri Føroya.

 

1700152

 

Í dag hava strandarlond 200 fjórðingar fiskimørk. Men soleiðis hevur tað ikki altíð verið. Einaferð var havið frítt at fiska hjá teimum, sum høvdu bát og skip. 

Árini 1964-1977 var føroyska fiskimarkið 12 fjórðingar.  

Í dag ljóðar 12 fjórðingar lítið afturímóti 200 fjórðingum, sum tað er í dag, men í samtíðini var fiskimarksbroytingin í 1964 mett at vera ein munandi øking av føroyska fiskimarkinum.

Frammanundan var fiskimarkið seks fjórðingar. 

Við størri fiskimarkið bar í størri mun til at umsita føroyskar fiskastovnar og fiskivinnu.

 

Føroyingar dámdu ikki trolreiðskap

Orsøkin til, at smá lond ynsktu sær egið fiskimark var, at ofta fóru stór lond avstað við fiskinum, sum svam nærhendis egnum landi. 

Føroyingar dámdu ikki trolreiðskap. Bretar høvdu veitt við trolið undir Føroyum síðani seinast í 1800-talinum og gjørdu tað framvegis uttan fyri føroyska fiskimarkið. 

Innan fyri fiskimarkið varð trolreiðskapur bannaður, og tað hevði við sær, at summi fiskasløg vóru betur vard fyri fiskiskapi.

 

Fiskastovnar vuksu

Sambært fiskifrøðingum í samtíðini øktist toskastovnurin undir Føroyum orsakað av fiskimarksbroytingini og trolbanninum árini eftir 1964. 

Eisini fiskasløg sum tunga, reyðsprøka og havtaska vóru betur vard enn áður, og fiskastovnarnir vuksu.

Enntá sjálva støddin á fiskinum vaks árini eftir 1964, tí at veiðuorkan gjørdist lægri. 

Nakað av tungu, reyðsprøku og havtasku ferðaðist útum fiskimarkið, har bretskir trolarar fingu væl.

Føroyingar veiddu bert við húkareiðskapi, og tá ber ikki til at veiða tungu og reyðsprøku. 

 

Útróðrarmenn ímóti trolbátum

Tí mælti fiskifrøðingurin Jákup Sverri Joensen til í 1970, at undantak varð givið til seks til átta trolbátar at veiða á føroysku landleiðini, tað vil siga innanfyri fiskimarkið. Endamálið var at veiða flatfisk og havtasku. 

Hetta dámdu føroyskir útróðrarmenn tó illa. Serliga norðanfyri var mótstøðan stór. 

At byrjan við var Løgtingið ímóti at geva undantak, men aftaná eitt tíðarskeið broyttist støðan.


Mynd: Úr Facebook-bólkinum "Skip og bátar í Klaksvík"

 

Undantøk gjørdis varandi

Løgtingið endaði frá 1971 við at geva undantak í fleiri ár, og skipanin gjørdist so at siga varandi.

Løgtingið metti seg tó ikki ført fyri, at avmarka bátatalið, og tískil vóru onkur ár yvir 50 bátar, sum nýttu trol á landleiðini. 

Nógvir av trolbátunum endaðu tó við at veiða rundan fisk, t.e. tosk og hýsu, heldur enn flatfiskin og havtaskuna, sum Fiskirannsóknarstovan upprunaliga mælti til. 

 

Ovurveiða veruleiki í 1970unum

Tað var ikki so gott, tí í fyrru hálvu av 1970-árunum varð mett, at toskur og hýsa vórðu ovveitt og at veiðuorkan tí ikki skuldi økjast.

Veiðuorkan hækkaði tó við mongu trolbátunum á landleiðini. 

Sostatt komu nógvir fleiri trolbátar at veiða enn upprunaliga tilmælið – hetta minnir okkum eisini um fiskiveiðufyrisitingina nú á døgum. 

 

Hvat: Brot úr Føroya søgu
Hvar: Í Góðan morgun Føroyar og á KVF Ljóð
Nær: Hósmorgnar ella tá tað passar tær á KVF Ljóð 

Brot úr Føroya søgu er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" er fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag. Í táttinum verður sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara.  

Tráin Petursson Nónklett er PhD-lesandi í søgu á Søgu- og samfelagsdeildeini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er áhugaður í sínámillum ávirkanina millum menniskju og alt kring okkum í einum søguligum sjónarhorni. Í sínar PhD-verkætlanin kannar Tráin vitanina um fiskanøgd og ovurfisking í Føroyum í tíðarskeiðinum frá 1950 til 1977. Tráin kannar eisini, um vitanin um fiskanøgd og ovurfisking er yvirførd til ítøkiligan politikk á økinum, eitt nú reglugerðir.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807