Kennedy sent alla vísindaligu nevndina til hús

Kennedy sent alla vísindaligu nevndina til hús
Amerikanski heilsumálaráðharrin sigur, at nevndarlimirnir eru uppi í ov nógvum áhugamálsstríðum
Robert F. Kennedy yngri er heilsumálaráðharri í amerikonsku stjórnini.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.06.2025 - 09:17

Amerikansk heilsumálaráðharrin, Robert F. Kennedy yngri, hevur sent allar 17 limirnar í vísindaligu nevndini, sum veitir amerikanska smittuverndarmyndugleikanum, CDC ,ráðgeving um koppseting, úr nevndini. Robert F. Kennedy skuldsetur í grein í The Wall Street Journal teir 17 limirnar fyri at vera í ov nógvum áhugamálsstríðum. 

- Í dag raðfesta vit, at endurreisa álit heldur enn eitt ávíst endamál fyri ella ímóti koppsetingum, sigur Kennedy.

- Almenningurin má vita, at óheft gransking, sum hevur verið til metingar í opnari tilgongd og vard fyri áhugamálsstríði, er grundgeving fyri tilmælunum frá okkara heilsustovnum, sigur hann.

 

Mannar nevndina av nýggjum 

Kennedy boðar samstundis frá, at hann fer at seta 17 nýggjar limir, sum hann sjálvur skal velja.

Nevndin ACIP (Advisory Committee on Immunization Practices) er ein stonvur, sum veitir ráð um koppseting til fólkaheilsustovnin CDC. 

- ACIP-nevndin hevur ongantíð sagt nei til nakra koppseting, sigur Kennedy.

Her skal tó nevnst, at ACIP tekur ikki avgerðir um at góðkenna koppsetinga. Tað er ábyrgdin hjá amerikansku matvøru- og heilivág-eftirlitinum (FDA). Leikluturin hjá ACIP er at ráðgeva CDC um, hvørjir fólkasløg kunnu fáa mest burturúr koppsetingum, sum longu eru góðkendar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244