Semja um, at ríkisrættarliga støðan kann ikki halda fram óbroytt

Semja um, at ríkisrættarliga støðan kann ikki halda fram óbroytt
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur svarað Anniku Olsen, løgtingskvinnu
Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.06.2025 - 14:51

Yvirskipað hevur løgmaður ta fatan, at allir flokkar eru samdir um, at verandi ríkisrættarliga støða kann ikki halda fram óbroytt, og stóra avbjóðingin er, at Føroyar hava tørv á størri uttanríkispolitiskum heimildum.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til samgongufelagan, Anniku Olsen í Tjóðveldi, sum hevur spurt um málið.

Løgmaður hevði tíðliga í hesum árinum tveir fundir við forfólkini í flokkunum á tingi um ríkisrættarligu støðuna.

 

 

Annika Olsen, løgtingskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Javnbjóðis lond

Aksel V. Johannesen sigur í svarinum, at tað er eisini fatanin, at flestu flokkar vilja hava eina skipan, sum gevur Føroyum uttanríkispolitiskar heimildir, og sum byggir á samstarv millum javnbjóðis lond í einum felagsskapi. 

Á ríkisfundinum, sum verður í næstu viku, fer løgmaður at greiða yvirskipað frá støðuni í Føroyum, men ætlanin er ikki at leggja nakað ítøkiligt uppskot fram.

- Eg haldi, at tað er rætt at hava virðing fyri, at Danmark og Grønland nærum hava verið í uttanríkispolitiskari undantaksstøðu seinasta hálva árið. Tað, sum hevur týdning, er, at arbeiðið verður gjørt rætt og væl, og í so breiðari semju sum møguligt, bæði innanhýsis í Føroyum og millum Føroyar og Danmark, sigur løgmaður í svarinum til Anniku Olsen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928