Staðfest: Hondbóltsmenninir til sterka EM-upphitingarkapping

Staðfest: Hondbóltsmenninir til sterka EM-upphitingarkapping
Nú er endaliga staðfest, at føroyska hondbóltslandsliðið við monnum skal spæla í Golden League sum liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið í januar
Teis Horn Rasmussen og hinir hondbóltsmenninir fáa sterka mótstøðu í Golden League
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.06.2025 - 14:41

Nú er staðfest, at føroyska hondbóltslandsliðið við monnum skal spæla ímóti Danmark, Norra og Hollandi í Golden League, sum byrjar síðst í oktober.

Talan er um EM-upphitingarkapping, sum verður í Tróndheimi í Norra. 

Kappingin er annaðhvørt ár fyri kvinnur og menn, har Danmark, Noreg og Niðurlond luttaka fast, og ein fjórða tjóð verður boðin afturat. Í ár hava Føroyar fingið hesa innbjóðing og koma at spæla Spektrum í Tróndheimi í døgunum 30. oktober – 2. november, skrivar Hondbóltssambandið.

 - Talan er um ein góðan møguleika hjá Føroyum, har okkara menn sleppa at royna seg móti nøkrum av teimum allarbestu landsliðunum áðrenn EM-endaspælið. Eisini er hetta eitt gott høvi hjá venjarunum at royna leikarar og hópin, Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF.

EM-hópurin verður tikin út í januar, tá manslandsliðið eisini spælir tveir venjingardystir ímóti Italia á heimavølli við Tjarnir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV