Tað kann vera brot á upphavsrættin at selja heimabundið ella heklað

Tað kann vera brot á upphavsrættin at selja heimabundið ella heklað
Talan kann vera um brot, um upprunaliga mynstrið er serstakt snið, og hoyrir til ávísan sniðgeva
12.06.2025 - 19:30

Jórun Sofía Árnadóttir hevur fyri umleið tveimum árum síðani gjørt eitt mynstur og eitt skap til eina blusu, í sambandi við uppihald á háskúla fyri sniðgevar.

Stutt eftir at hon fór í holtur við at selja blusuna, byrjaðu onnur at herma og selja sínar útgávur av blusuni:

- Eg royni at finna uppá nýggj ting, men tað er ikki so motiverandi, tá eg veit at onnur bara kunnu gera tað sama og selja tað.

 

Tað ber væl til at binda ella hekla sær sjálvum klæðir eftir mynstri sum onnur hava sniðgivið, men tað er ikki lov at selja tey víðari, um sniðið er serstakt.

Tað sigur Jónas Tór Næs, advokatur. Hann vísir á upphavsrættin, sum varðveitir einarættindi hjá tí ið skapar serstakt verk, til at framleiða fyri at selja:

- Upphavsrætturin er galdandi frá tá verkið er skapt, og 70 ár eftir sniðgevin er deyður.

 

Hoyr samrøðurnar við Jórun Sofíu Árnadóttur og Jónas Tór Næs í innslagi í Degi og viku.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044