Einki sjóverjuskip tøkt: Polarhav mátti sleipa Stjørnuna

Einki sjóverjuskip tøkt: Polarhav mátti sleipa Stjørnuna
Stjørnan fekk maskinbrek norðanfyri í gjár, men einki sjóverjuskip var tøkt at koma til hjálpar. Tí mátti partrolarin Polarhav sleipa Stjørnuna til Klaksvíkar
28.08.2026 - 19:25

Stjørnan og Polarhav vóru til fiskiskap norðanfyri í gjár, tá óljóð brádliga kom frá girinum umborð á Stjørnuni.

Boðað varð frá til MRCC, men av tí at einki sjóverjuskip var tøkt, vóru boðini, at partrolararnir máttu klára seg sjálvir.

Tí tók Polarhav makkaran upp á sleip og sleipaði Stjørnuna til Klaksvíkar. Sleipið tók umleið 12 tímar.

– Tíbetur var veðrið gott. Var meira sjaskut í sjónum, hevði støðan verið verri, sigur Olivar Krosstig, skipari á Stjørnuni.

Fólk hava hugt eftir girinum bæði í gjár og í dag, og ætlanin er, at Stjørnan og Polarhav fara nýggjan túr í kvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655