Vit brúka nógv minni til viðlíkahald enn grannalondini

Vit brúka nógv minni til viðlíkahald enn grannalondini
Í 2018 var eftirsleipið av viðlíkahaldi av landsvegum 375 milliónir kr., men tað er vaksið nógv síðani
Landsvegirnir eru í ringum standi.
 
20.06.2025 - 08:54

Rætting: í innslagnum verður sagt, at eftirsleipið við viðlíkahaldinum av landsvegakervinum var mett til at vera 350 milliónir krónur í 2018. Rætta talið er 375 milliónir krónur.

Landsvegirnir eru í ringum standi.

Hóast hol verða tipt so hvørt, er langt á mál, áðrenn Landsverk klárar at fáa eftirsleipið av viðlíkahaldinum aftur, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki.

Í longri tíð hevur Landsverk gjørt vart við vantandi viðlíkahald av vegum, tunlum og brúm. Í 2018 var eftirsleipið mett til at vera 375 milliónir krónur. Og hetta talið er støðugt vaksandi.

Og viðlíkahald verður ikki raðfest. 

Tøl vísa, at vit eru eru langt aftan fyri grannalondini, tá ið ræður um viðlíkahald av vegum.

Sí innsløg í Degi og Viku og samrøðu við Jóhan Christiansen, landsstýrismann í samferðslumálum:

 

LSNDSVEGIR_VIDLIKAHALD



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928