Taka aftur ímóti ull í summar

Taka aftur ímóti ull í summar
Ullarmóttøkan verður frá 10. juli til 22. august
Búnaðarstovan tekur ímóti ull frá 10. juli til 22.august.
 
20.06.2025 - 10:50

Búnaðarstovan tekur aftur í ár ímóti ull,  frá 10. juli til 22. august.

Krøvini til ullina eru, at hon ikki er vát, og ull við skræpu ella málingarrestum í, pesjur, ull við ov nógvum mosa, bosi ella eyri í, og ull við fremmandalikamum í t.d. restir av bótum, tráði o.tíl.) verður vrakað. 

Orsakað av krøvum frá keyparum uttanlands, ber ikki til at taka ímóti ull longur enn til 22. august.

Dorthea Joensen samskipar ullarmóttøkuna:

 

20062025_Ullarmottoka_1

 

 

Dorthea Joensen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)


Tikið verður ímóti ull hósdag og fríggjadag frá kl. 9 til kl. 16 og leygardagar frá kl. 10 til 13.

Og í Suðuroy dagarnar 26. august frá kl. 16 - 20, og 27. august frá kl. 9 til 12 og aftur frá kl. 17 til 17.30.     

Ullin skal vera turr og nosslig og stungin í reinar posar.

Ullin verður skild í tveir góðskuflokkar, I. flokk og II. flokk, har tøvd ull, hálsull, ull við nakað av mosa o. líkn. verður avroknað í II. flokki.

Fyri ull í I. flokki verður latið kr. 10 fyri kg, íroknað MVG, og fyri ull í II. flokki 1,50 fyri kg, íroknað MVG.

Hetta er sami prísur, sum í fjør og fyrrárið:

 

20062025_Ullarmottoka_2

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507