Varðveita SIFI lutin

Varðveita SIFI lutin
Teir báðir bankarnir í Føroyum eru framvegis SIFI bankar
Bankarnir í Føroyum halda krøvini, sum eru sett SIFI peningastovnum.
 
25.06.2025 - 09:13

Teir báðir bankarnir í Føroyum eru framvegis SIFI bankar.

Tað sigur Fíggjareftirlitið, sum árliga kannar støðuna hjá bankunum, um teir lúka krøvini um at vera SIFI peningastovnur.
 
SIFI peningastovnar eru peningastovnar, sum hava so stóran týdning fyri samfelagið, at teir sleppa ikki at fara á húsagang.

Fyri at kunna vera SIFI peningastovnur í Føroyum, skal javnin vera størri enn 3,6 milliardir krónur.

Fíggjareftirlitið sigur, at SIFI talið hjá Betri banka er 21,5 prosent.

Tað er 21,1 prosent hjá Føroya banka.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026