Nýggjur bilur til at vaska vegir

Nýggjur bilur til at vaska vegir
Í næstum keypir Landsverk vaskibil, sum verður serliga útgjørdur til at vaska olju av vegum
Oljudálking á vegum tarnar ferðsluni.
 
01.07.2025 - 07:21

Í næstum keypir Landsverk vaskibil, sum verður serliga útgjørdur til at vaska olju av vegum.

Landsverk hevur ein vaskibil, men tann, sum nú verður keypur, er serliga útgjørdur til at basa oljudálking á vegum.

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, hevur svarað Hervør Pálsdóttur, løgtingskvinnu, sum spurdi um oljudálking á vegunum.

Útreiðslurnar av uppruddingini fella fyrst á Landsverk.

Tann, sum elvir til oljudálkingina, skal síðani endurrinda Landsverki.

Politiið kannar vanliga oljudálkingar.

Tað kann enda við sekt, um viðurskiftini tala fyri tí, sum tikið verður til í svarinum hjá landsstýrismanninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120