Føroyar við í danskari ferðavinnukapping

Føroyar við í danskari ferðavinnukapping
Føroyar hava fýra innstillingar til kappingina um Danish Travel Awards 2025
Atlantic Airways hevur tvær innstillingar til Danish Travel Awards.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.07.2025 - 07:57

Føroyar hava fýra innstillingar til kappingina um Danish Travel Awards 2025.

Atlantic Airways er innstillað sum besta flogfelag í Evropa. 20 onnur flogfeløg eru innstillað. 

Atlantic Airways er eisini innstillað sum besta leiguflogfelag, charterflogfelag.

Har eru 10 aðrar innstillingar.

Føroyar eru innstillaðar sum besta ferðaland í Evropa. Har eru 23 onnur lond innstillað.

Og Smyril Line er innstillað sum besta reiðarí, sum flytur ferðafólk til Danmarkar og úr Danmark.

Har eru bara fýra aðrar innstillingar.

400 innstillingar eru í 24 flokkum.

Kunngjørt verður 1. oktober, hvør vinnur.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327