Einki loyvi uttan góðkenda eginfigging

Einki loyvi uttan góðkenda eginfigging
Orsøkin til, at Mentamálaráðið ikki gevur kirkjuráðnum á Argjum loyvi at byggja nýggja kirkju, er fíggingin hjá kirkjuráðnum
Kirkjan á Argjum var vígd í 1974. Hon er nú til sølu.
 
03.07.2025 - 07:12

Orsøkin til, at Mentamálaráðið ikki gevur kirkjuráðnum á Argjum loyvi at byggja nýggja kirkju, er fíggingin hjá kirkjuráðnum.

Kirkjuráðið skal fíggja ein triðing av byggikostnaðinum.

Kirkjuráðið sigur seg hava hesa fígging.

Men Mentamálaraðið góðtekur ikki, hvussu kirkjuráðið hevur fingið hesa fígging.

Kirkjuráðið hevur tikið við afturberingina av meirvirðisgjaldi, kirkjuskattin í ár og søluna av verandi Argja kirkju.

Og tað ber ikki til, sigur Bergur Berg, fulltrúi í Mentamálaráðnum.

Tí MVG-afturberingin er at rokna sum stuðul úr landskassanum, allur kirkjuskatturin fyri 2025 er ikki komin enn, og tað, Mentamálaráðið veit, er gamla kirkjan ikki seld. 

Kirkjan á Argjum og eitt óbygt grundøki við síðuna av kirkjuni eru til sølu hjá Skyni.

Prísuppskotið er sjey milliónir krónur.

Bara eitt loyvi eftir

Mentamálaráðið hevur fingið at vita, at nýggja kirkjan fer at kosta 82 mió.kr. uttan meirvirðisgjald.

Loyvið frá Mentamálaráðnum er tað einasta, sum vantar, áðrenn farast kann undir at byggja kirkjuna við Sandá. 

Men tað loyvið fær kirkjuráðið ikki, fyrr enn eginfíggingin er í lagi, sigur Bergur Berg.

Og enn resta nakrar milliónir í, at so er. 

Málið um nýggja kirkju á Argjum byrjaði av álvara fyri 15 árum síðani.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763