Jacob knústi Top Run-metið

Jacob knústi Top Run-metið
Jacob Ejby Stengaard knústi 12 ára gamla Top Run-metið hjá Marnar Djurhuus, tá rennikappingin frá Kollfarðadali niðan á Sornfelli var um vikuskiftið
Jacob Ejby Stengaard og Rógvi Kárason runnu báðir skjótari enn 12 ára gmala metið hjá Marnari Djurhuus
Mynd: Jens Kr. Vang/Bragdið  
 
07.07.2025 - 10:44

Jacob Ejby Stengaard setti nýtt met, tá Top Run-rennikappingin hjá Bragdinum var í fagrasta veðri um vikuskiftið.

Danin, sum hevur búð og runnið í Føroyum síðsta árið, rann teinin frá Kollfjarðadali niðan á Sornfelli upp á  39.38 minuttir. Gamli metið hjá Marnari Djurhuus frá 2013 var 43.04. 

Jacob Ejby Stengaard var ikki hin einasti, sum rann skjótari enn gamla metið. Rógvi Kárason kom á mál sum nummar tvey við tíðini 41.12, meðan Torbjørn Hentze fekk bronsuna við 44.31. 

Hjá kvinnum var Maria C, Nielsdóttir fyrst á mál við tíðini 58.28. Katrin Thorsvig var nummar tvey og Karoline Ejby Stengaard nummar trý.

Topp-trý hjá bæði kvinnum og monnum eru úr Bragdinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521