Brunaeftirlitið veit einki um eldsbruna

Brunaeftirlitið veit einki um eldsbruna
Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur einki mál, sum beinleiðis er um eldsbrunan á Varðanum Pelagic á Tvøroyri í 2017 
Eldurin fór illa við Varðanum Pelagic.
 
09.07.2025 - 06:48

Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur einki mál, sum beinleiðis er um eldsbrunan á Varðanum Pelagic á Tvøroyri í 2017. 

Tað er ikki ein partur av myndugleikaøkinum hjá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum at kanna, eftirmeta ella gera niðurstøður í málum um eldsbruna. 

Hetta er myndugleikaøkið hjá løgregluni.

Arbeiðs- og Brunaeftirlitið veit, at løgreglan kannaði málið, men liggur ikki inni við frágreiðing um málið.

Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur kannað, um onnur mál eru í journalskipanini, men hevur bara mál um arbeiðstrygd í sambandi við uppruddingina og niðurtøkuna.

Tað er svarið, sum felagsskapurin Livilig kor á Tvøroyri fekk frá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, tá felagsskapurin bað um innlit í frágreiðingina um eldin í Varðanum Pelagic.

Leingi at bíða

Men av øðrum orsøkum endaði hetta málið hjá Løgtingsins umboðsmanni.

Tí Arbeiðs- og Brunaeftirlitið brúkti hálvan fjórða mánað at svara umbønini um innlit.

Markið at svara innlitsumbøn er tíggju dagar. 

Løgtingsins umboðsmaður heldur tað vera átaluvert, serliga tá Arbeiðs- og Brunaeftirlitið í svarinum sigur, at stovnurin ikki hevur skjøl, sum innlitsumbønin er um. 

Umboðsmaðurin sigur, at ovurhonds stór arbeiðsbyrða og sjúka, sum Arbeiðs- og Brunaeftirlitið segði vóru orsøkin, er eingin umbering.

Men umboðsmaðurin tók til eftirtektar frágreiðingina hjá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum um, at stovnurin nú hevur bøtt um sínar innanhýsis arbeiðsgongdir, so støður sum hesar ikki skulu koma fyri aftur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087