USA setur tiltøk í verk móti Francescu Albanese

USA setur tiltøk í verk móti Francescu Albanese
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, sigur, at USA setur revsitiltøk í verk móti serliga ST-sendifólkinum fyri mannarættindi í Miðeystri, Francesca Albanese
 
10.07.2025 - 07:49

- Í dag seti eg í gildi revsitiltøk móti Francescu Albanese, fyri hennara skammiligu royndir at fáa altjóða revsirættin (ICC) at seta tiltøk í verk móti amerikanskum og ísraelskum embætisfólkum, fyritøkum og leiðarum, segði Rubio í gjár.

Rubio svaraði hvassliga aftur atfinningunum hjá Albanese um USA og skuldsetti hana fyri jødahatur og at stuðla yvirgangi.

Hann fanst at henni fyri at hava hótt fleiri amerikanskar fyritøkur, og fyri at mæla ICC til at ákæra fyritøkurnar og stjórarnar.

Albanese hevur verið hvøss í sínum atfinningum móti amerikanska forsetanum, Donald Trump, serliga fyri ætlanina, sum hann í februar kunngjørdi um at yvirtaka Gaza og reka fólkið burtur úr økinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391