Lonin í Skopun verður venjingarmiðstøð

Lonin í Skopun verður venjingarmiðstøð
Fyrr fóru skopuningar í Lonina at fáa sær kaloriur, men nú fara tey í Lonina at brenna kaloriur. Tí stóri handilin er seldur og verður nú umbygdur til venjingarmiðstøð.
Lonin í Skopun Mynd: in.fo
 
11.07.2025 - 15:49

Lonin í Skopun er nú seld. Tað eru hjúnini Randi Hentze og Sigurd Hentze, sum hava keypt bygningin og tey eiga og reka Fitnesshøllin Sandoy og fyritøkuna Gólvfix. 

Tey fara at brúka nýkeypta bygningin til størri goymsluhølir til Gólvfix og eisini flyta tey Fitnesshøllina Sandoy oman í Lonina. 

Randi Hentze sigur, at tey hava merkt ein vaksandi áhuga, tey 7 árini venjingarmiðstøðin hevur verið opin. Við teimum nýggju hølunum fáa kundarnir betri umstøður og møguleikar at venja. 

Fyrst flyta tey Gólvfix inn og síðani venjingarmiðstøðina - og eftir ætlan er tað gjørt 1. januar 2026. 


Hoyr samrøðu við Randi Hentze niðanfyri 

 

1753266

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360