Tryggari línuskip

Tryggari línuskip
Tá línuskipið Kambur sakk 6. februar í fjør, fór Sjóvinnnustýrið at kanna, hvussu trygg føroysku línuskipini eru
Línuskip.
 
18.07.2025 - 09:24


Tá línuskipið Kambur sakk 6. februar í fjør, fór Sjóvinnnustýrið at kanna, hvussu trygg føroysku línuskipini eru.

Niðurstøðan er, at hóast støðan sum heild er í lagi er rúm fyri ábótum.

Nøkur álvarslig viðurskifti krevja ábøtur, serliga upplæring, viðlíkahald og skjalfesting.

12 skip eru kannað, Tey eru Klakkur, Polarstjørnan, Núpur, Pison, Kambur, Stapin, Sandshavið, Mars, Jógvan I, Vesturhavið, Eivind og Jákup B. 

Atkomuviðurskifti, arbeiðsviðurskifti, bjargingarútgerð, vatntættleika, sløkkiútgerð, skrásetingar, vaktarhald, sertifikat, dragilúkur, happing, skelti og hvílitíð eru kannað.

Sjóvinnustýrið mælir til at halda fram við at menna trygdina.

Úrslitini hjá Sjóvinnustýrinum eru í frágreiðingini Átak 2024 - línuskipini, sum er á heimasíðu Sjóvinnustýrisins, fma.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210