- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra stórhvalir strandaðir í Sundalagnum
Fýra stórhvalir strandaðir í Sundalagnum
Syslumaðurin og Náttúrgripasavnið taka nú støðu til, hvat skal gerast við hvalirnar

21.11.2013 - 10:49
Fýra stórhvalir, helst avgustar, eru strandaðir í Sundalagnum - tríggir í Nesvík, og ein nakað sunnan fyri Brúnna um Streymin. Sjógvurin fjarar í løtuni, og tí er ivasamt, um tað eydnast at fáa hvalirnar útaftur.
Sýslumaðurin og fólk frá Náttúrugripasavninum eru á veg til Nesvíkar.
Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at tá viðurskiftini eru kannað, verður støða tikin til, hvat skal gerast við hvalirnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























