Kunnu havnarmenn við hondtaskum vinna á klaksvíkingum í arbeiðsjakkum?

Kunnu havnarmenn við hondtaskum vinna á klaksvíkingum í arbeiðsjakkum?
MILLUM TØKINI: Lagt er upp til eina FM-finalu út yvir tað vanliga á ólavsøku, tá skotið verður fyri tíggjumannaførunum. Havnarbáturin og Klaksvíkingur eru javnir í stigum
 
22.07.2025 - 23:30

Ludvík við Stein, vertur í kappróðrarsendingin "Millum tøkini" í útvarpinum, var í essinum, tá sætta útgávan av sendingini bleiv send í dag. 

FM-finalan í hjá tíggjumannaførunum fylti nógv í sendingini, nú tað stendur á jøvnum í FM-stríðnum millum arvafíggindarnar í Havnarbátinum og Klaksvíkinginum. 


Mynd: Bárður Lydersen

 

25 minuttir inni í sendingini, er Ludvík við Stein ikki nøgdur við svarið hjá Brandi Kjølbro umborð á Klaksvíkingi, at teir hugsavna seg mest um sjálvan róðurin á ólavsøku, og ikki so nógv um alt hýpið rundan um sjálvan róðurin.

"Altso kunnu tit umborð á Klaksvíkinginum liva við, at tit koma heimaftur til Klaksvíkar og hava tapt til havnarmenn, ið ganga við hondtasku til ferniseringar og konsertir, meðan tit í Klaksvík ganga við fullari skuffu og í bláum arbeiðsjakkum?"

Hoyr allar Millum tøkini-sendingina, ið eisini viðgjørdi Vestanstevnuróðurin, undir myndini ella HER.

 

1754926

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585