Loyvið at skjóta verður longt

Loyvið at skjóta verður longt
Loyvið at skjóta grágæs, sum eru í veltum lendi og gera skaða har, er galdandi hetta árið aftrat
Grágæs eru til ampa fyri landbúnaðin.
 
30.07.2025 - 07:06

Loyvið at skjóta grágæs, sum eru í veltum lendi og gera skaða har, er galdandi hetta árið aftrat.

Tað kom í 2021.

Men tað verður longt, ætlar landsstýrið.

Tí lógaruppskot um avmarkaða grágásaveiðu kemur í heyst. 

Grágæsnar er vorðnar nógv fleiri seinastu árini.

Fuglurin kann partvíst metast sum búfuglur, sigur landsstýrið. 

Men stóri stovnurin er ein bági fyri landbúnaðin.

Tí ætlar landsstýrið, at avmarkað veiði verður loyvd.

Øll villgásasløg eru friðað í Føroyum.

Talan er tí um undantaksloyvi til at skjóta grágás í veltum lendi. 

Tað loyvið at skjóta grágás er galdandi til ársenda í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065