Harður jarðskjálvti og ávaringar um flóðaldu

Harður jarðskjálvti og ávaringar um flóðaldu
Í Japan hava myndugleikarnir heitt á 1,9 milliónir fólk, sum búgva tætt við strondina, um at fara til øki, sum eru hægri
Beint eftir jarðskjálvtan í Kyrrahavinum vóru ávaringar sendar út um flóðaldu.
Mynd: The Independent  
 
30.07.2025 - 09:33

Ein ógvisligur jarðskjálvti, sum er máldur til 8,8, var klokkan hálvgum eitt í nátt okkara tíð í Kyrrahavinum, út fyri eysturstrond Russlands. Miðdepilin í skjálvtanum var í 20 kilometrar dýpd.  

Ávaringar eru sendar út til fleiri lond í Kyrrahavinum um vanda fyri flóðaldu.

Á russisku hálvoynni Kamtjatka eru fleiri bygningar farnir í flóðalduni, men einki er frætt um, at nakar er deyður. 

Í Japan hava myndugleikarnir heitt á 1,9 milliónir fólk, sum búgva nærindis strondini, um at fara til øki, sum eru hægri.

Á Hawaii og í Alaska eru ávaringar eisini farnar út til fólk, sum búgva nærindis strondini.

Tað er ikki allastaðni, at flóðaldan er so stór. Flóðaldan, sum hevur rakt Hawaii, verður søgd at vera um 1,8 metrar høg.

Aðrastaðni verður væntað, at flóðaldan kann vera upp til tríggjar metrar høg. Í russiska kyrrahavsbýnum Severo-Kurilsk var størsta aldan næstan fimm metrar høg, skrivar tíðindastovan Ria. 

Nú verður væntað, at tað fer at hæsa av aftur. 

Hetta er sætti harðasti jarðskjálvti, sum higartil er máldur. Tað er samstundis harðasti jarðskjálvti síðani 2011. Hann rakti Japan, og var máldur til til 9,0.

  

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120