229 arbeiðsloyvi latin útlendingum í ár eftir snarskipanini

229 arbeiðsloyvi latin útlendingum í ár eftir snarskipanini
Nógv færri útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða, fáa nú makan og børn við sær til Føroya, tí inntøkumark er sett
1. juli vóru 269 arbeiðsloyvi latin fyrstu ferð eftir snarskipanini.
 
04.08.2025 - 08:12

1. juli vóru 269 arbeiðsloyvi latin fyrstu ferð eftir snarskipanini. 

Snarskipanin, fasttrack, kom í 2021.

Tá, í 2021, vóru latin 60 loyvi. Skipanin kom ikki fyrr enn 18. november.  

Í 2022 vóru loyvini 635. Tey vóru 372 í 2023 og 421 í 2024. Og higartil í ár sløk 300.

Til 1. juli vóru latin tilsamans 656 arbeiðsloyvi, fyrstu ferð og longd loyvi. Tey vóru 1095 í fjør.

 

Inntøkumark

Nógv færri útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða, fáa nú makan og børn við sær til Føroya.

Fyri at tryggja, at útlendingar eru førir fyri at uppihalda síni familju her, setti landsstýrið í september 2023 inntøkumørk í sambandi við arbeiðsloyvi til teirra, sum hava familjuna við sær.

Og talið á hjúnafeløgum minkaði 63 prosent frá 2023 til 2024.

Børnini gjørdust 37 prosent færri frá 2023 til 2024.

Til 1. juli í ár eru bara 16 makar og børn komin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286