Ivasamt um semja fæst um løn undir útbúgving

Ivasamt um semja fæst um løn undir útbúgving
Enn er eingin avtala gjørd millum kommunurnar og fakfeløgini hjá heilsurøktarum, heilsuhjálparum og námsfrøðihjálparum um løn, meðan næmingarnir eru í skúla
Nýggja skúlaárið á Heilsuskúlanum byrjar 18. august.
 
08.08.2025 - 13:34

18. august byrjar nýggja skúlaárið á Heilsuskúlanum í Suðuroynni, men enn er eingin semja millum tey trý fakfeløgini fyri heilsurøktarar, heilsuhjálparar og námsfrøðihjálparar og Kommunala arbeiðsgevarafelagið um løn undir útbúgving.  

Formaðurin í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, Per Martin Gregersen, sigur, at tað verður knípið at fáa eina avtalu, áðrenn skúlaárið byrjar.

 

 

Per Martin Gregersen og Mary Antonsdóttir. (Mynd: Tordis Vang Guttesen)

 

Forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum, Mary Antonsdóttir, sigur, at arbeiðsgevararnir hava flutt seg, men ikki nóg mikið. Hon sigur, at lønin, sum verður latin undir útbúgving, má vera at liva av. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

08082025_Lon_undir_utbugving

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025