Eingin ætlan at leggja málráðið undir Setrið

Eingin ætlan at leggja málráðið undir Setrið
Nýtt ráð er valt, og nú er eisini greitt, at hølisspurningurin verður loystur
Nývalda málráðið avmyndað saman við landsstýrismanninum í mentamálum.
 
15.08.2025 - 13:30

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í mentamálum, hevur góðar vónir um nýggja málráðið, hóast stríð hevur verið millum mentamálaráðið og málráðið seinastu tíðina.

Beinir Bergsson, formaður í nýggja málráðnum, sigur, at tey eru spent at fara til verka. Hølisviðurskiftini verða væntandi avgreidd í næstum, og so kann ráðið gera tað, sum tað er sett at gera, sigur Beinir Bergsson. 

Nógvar ósemjur vóru millum mentamálaráðið og fráfarandi málráð, m.a. um hølisspurningin, og um málráðið skuldi leggjast undir Fróðskaparsetrið.

Eirikur í Jákupsstovu sigur, at eingin ætlan er at leggja málráðið undir Setrið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

15082025_Malradid

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744