Hoyvíkar skúli: Ítróttur eitur nú rørslulæra

Hoyvíkar skúli: Ítróttur eitur nú rørslulæra
Í Hoyvíkar skúla hava tey broytt heitið á ítrótti til rørslulæru. Hetta er fyri at broyta fatanina av lærugreinini.
 
26.08.2025 - 11:30

- Jóhan Hofgaard arbeiddi sum lærari í Hoyvíkar Skúla farna skúlaár og hevði nakrar ítróttatímar. Einaferð spurdi hann meg, um eg hevði hugsað um orðið ítróttur? At tað í veruleikanum ikki var tað rætta orðið at brúka. Hann segði, at í Onglandi eitur lærugreinin Physical education, altso rørslulæra. So hugsaðu vit í leiðsluni, at vit fara at royna at gera tað sama og kalla lærugreinina ítróttur, fyri rørslulæra, sigur Malan á Dul Nielsen, varaskúlastjóri í Hoyvíkar skúla.

- Tá ið vit siga ítróttur, so hugsa flestu fólk um bólt- ella kappingarspøl, meðan brúka vit orðið rørslulæra, so gevur orðið eina heilt aðra fatan av lærugreinini, sigur Jóhan Hoffgaard, cand.scient. í ítrótti og lívfrøði, og sum undirvísur í rørslulæru í Hoyvíkar skúla. 

- Tað merkir ikki at lærugreinin er broytt. Hon fylgir námsætlanini fyri lærugreinina neyvt, tað er bara heitið sum er broytt, leggur Jóhan afturat.

- So reint praktiskt merkir tað sum so ikki nakað serligt. Tað er bara orðið, sum er broytt. Hetta er gjørt fyri at raka breiðari og vísa á, hvat lærugreinin í roynd og veru snýr seg um, sigur  Malan á Dul Nielsen, varaskúlastjóri í Hoyvíkar skúla.

 

Jóhan Hoffgaard, cand.scient. í ítrótti og lívfrøði og Malan á Dul Nielsen, varaskúlastjóri í Hoyvíkar skúla.

 

Í skrivi frá skúlanum stendur, at: Ítróttarfeløgini arbeiða við at menna eina ávísa ítróttargrein – teknikk, strategi og kapping – men í skúlanum ynskja vit heldur at leggja dent á fjølbroytni. Rørsla er nógv meira enn fótbóltur og reikan í høllini. Tað snýr seg um at vera virkin, uppliva rørslugleði og brúka kroppin á ymsar mátar: í náttúruni, í spæli, í gerandisdegnum – í øllum veðri.
Næmingarnir hava longu merkt hetta: teir hava verið í fjøruni, í haganum og á súkklu – og upplivað, at rørsla kann vera bæði stuttlig og lærurík uttan fyri høllina.
Við rørslulæru ynskja vit at næmingarnir:

    • fáa natúrliga rørslugleði
    • læra at brúka kroppin á ymiskar hættir, í høllini, náttúruni og grannalagnum.
      
Hetta er ein broyting, sum kann fáa týdning fyri hvussu børn síggja rørslu, og eisini seta gongd á eina størri kjak: hvussu kunnu vit í Føroyum fáa rørslu at gerast ein natúrligan part av gerandisdegnum hjá børnum og ungum?
Hetta er ein liður í at fáa meira rørslu inn í gerandisdagin, eisini í undirvísingina, stendur at lesa á heimasíðu skúlans. 

 

1759871

Lurta eftir samrøðuni við Jóhan og Maluna í sendingini Summarmorgun. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256
Týsdag 9. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201232
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202