Lærarar mugu taka vitlíki til sín

Lærarar mugu taka vitlíki til sín
 Menningin av vitlíki gongur við rúkandi ferð og er gerandisdagur hjá at kalla øllum skúlanæmingum. Men ikki rættiliga í fólkaskúlanum.
 
19.04.2026 - 18:33

Tað eru bara trý og eitt hálvt ár síðan, at tann fyrsti sonevndi chat-botturin, ChatGPT, kom út, og fólk byrjaðu at fáa eina fatan av, hvat vitlíki er fyri nakað, men síðan hevur menningin gingið við rúkandi ferð, og vitlíki er langt síðan blivi gerandisdagur hjá børnum og ungum. Men ikki í føroyska fólkaskúlanum, og sambært Hans Fróða Jensen, varaskúlastjóra á Skúlanum á Argjahamri á Argjum, hava summir lærarar hava eisini ilt við at taka hesa nýggju kollveltandi tøknina til sín.


Tað hevur stóran týdning, at allur fólkaskúlin verður tilvitaður um, at vitlíki er komið fyri at verða, heldur hann, og at tað verður tikið við í undirvísingina - og ikki bara sum ein smartari máti enn Google at leita eftir upplýsingum.

Í seinastu útgávu av Skúlablaðnum verður sjóneykan sett á vitlíki í fólkaskúlanum, og samrøður eru við Hans Fróða Jensen og Tóra Slættalíð, námslektara í kt-didaktikki og støddfrøði á Námsvísindadeildini hjá Fróðskaparsetrinum. 

Námslektarin setur millum annað spurningin, um dagsins samfelag ikki ger tað neyðugt at menna tøknifatan sum lærugrein, og hann vísir eisini á týdningin av, at lærararnir førleikamenna seg, tá tað ræður um tøknifatan og at møta vitlíkistøknini í gerandisdegnum.

Hesum eru Hans Fróði Jensen samdur í.

Hann heldur ikki, at føroyskir lærarar ella føroyski fólkaskúlin eru verri fyri enn í grannalondunum, tí vitlíki er líka nýtt allastaðni, men røringsangist er ein orsøk til, at lærarar kanska eru eitt sindur afturhaldnir.

Møguleikin fyri at snýta til próvtøkur hevur verið nógv umrøddur, men trupulleikin er tvíbýttur, tí frameftir má vitlíki hugsast inn í fókaskúlan, so tað ikki verður so avgerandi, tá metast skal um tann einstaka næmingin.

Snyt_Hans_Frodi_Jensen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751