Roynir at fáa lív í aftur pumpuskipanina hjá SEV

Roynir at fáa lív í aftur pumpuskipanina hjá SEV
Haraldur Símunarson Hammer, nýggjur nevndarformaður í SEV, fer í kvøld at kanna um til ber at fáa kommunurnar at fara í gongd aftur við pumpuskipanina
Haraldur Símunarson Hammer er nevndarformaður í SEV
 
26.08.2025 - 17:08

Tað er ein gamal tanki at gera Føroya størsta battarí í Vestmanna. Fyrst var tað privata felagið Røkt, sum vildi sleppa at gera pumpuskipanina. So kom stríð um rættindini til vøtnini, og tað ednaði við, at tað bleiv SEV, sum skuldi gera pumpuskipanina.

Tankin við pumpuskipanini er at goyma orku frá vindi í vatni. Tað skal gerast við at brúka vindorku frá vindmyllum at pumpa vatn frá niðara vatninum á Mýrunum upp í ovara vatnið á Mýryunum. Og tá so ongin vindur er, so letur man vatnið renna úr ovara vatninum gjøgnum turbinuna, so tað framleiðir streym, áðrenn tað fer í aftur niðara vatnið, og kann pumpast upp aftur, tá vindurin kemur aftur. Og soleiðis skal tað koyra aftur og fram og framleiða grønan streym.

250826_DV_PUMPUSKIPAN

 

Og eisini myndugleikarnir halda pumpuskipanina vera eitt gott hugskot.

Í 2022 góvu kommunurnar gjøgnum aðalfundin nevndini  í SEV heimild at byggja pumpuskipanina Vestmanna. Hon skuldi kosta 1,3 milliardir krónur. 

Fíggingin kom eisini upp á pláss gjøgnum lánistovnar, men tá tilboðini uppá pumpuskipanina vórðu latin upp, fekk SEV nevndin ein skelk. Lægsta tilboðið var slaka milliard oman fyri tann prísin, ið nevndin hevði fingið heimild til. Kostnaðurin var nú 2,2 milliardir krónur, og táverandi nevndarformaðurin valdi at siga stopp.

Og so er spuningurin, um júst tað fer at bera til hjá Haraldi Símunarson Hammer, sum er nýggjur nevndarformaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751