Erling Eidesgaard aftur í tingið

Erling Eidesgaard aftur í tingið
Hervør Pálsdóttir er farin í barnsburðarfarloyvi
Erling Eidesgaard verður nú aftur tingmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.08.2025 - 08:50

Erling Eidesgaard kemur aftur í løgtingið fyri Tjóðveldi, nú Hervør Pálsdóttir er farin í barnsburðarfarloyvi.

Erling Eidesgaard misti tingsessin fyrst í mars, tá Dennis Holm og Høgni Hoydal fóru úr landsstýrinum í løgtingið.

Erling Eidesgaard var nummar níggju á listanum hjá Tjóðveldi á løgtingsvalinum 8. desember 2022.

Hann fekk 216 atkvøður.

Hervør Pálsdóttir er forkvinna í tingbólkinum hjá Tjóðveldi og næstforkvinna í Tjóðveldi.

Hon er forkvinna í rættarnevndini og varalimur í uttanlandsnevndini og mentanarnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329