Álop á Kyiv kravt fleiri mannalív

Álop á Kyiv kravt fleiri mannalív
Alla nátt vóru 598 dronur og 31 rakettir sendar ímóti Ukraina, sambært ukrainsku loftverjuni
Dronur og rakettir raktu eisini hesi íbúðarhúsini í Kyiv. Í minsta lagi tíggju fólk lótu lív
Mynd: Genya Savilov/AFP/Ritzau Scanpix  
 
28.08.2025 - 09:23

Eitt russiskt álop á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, hevur í nátt kravt í minsta lagi tíggju mannalív.

Millum tey deyðu eru tvey børn.

Tað siga ukrainskir myndugleikar.

Alla nátt vóru 598 dronur og 31 rakettir sendar ímóti Ukraina, sambært ukrainsku loftverjuni. Nú royna bjargingarfólk at bjarga fólki úr húsaleivdunum.

Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klytjko, upplýsir sambært Reuters tíðindastovuni, at 38 fólk hava fingið løstir.

- Russland velur at brúka vápn í staðin fyri at fara til samráðingarborðið, skrivar ukrainski forsetin.

Russland hevur ikki viðmerkt álopið, men sigur, at russiska verjan í nátt hevur skotið niður 102 ukrainskar dronur í sjey landspørtum. Ukraina sigur, at álop eru framd á tvey russisk oljureinsiverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454