Aðalkonsulát í Grønlandi fyrst næsta ár

Aðalkonsulát í Grønlandi fyrst næsta ár
Frakland fer at lata eitt aðalkonsulát upp í Grønlandi fyrst í næsta ár. Tað sigur franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noel Barrot.
Jean-Noel Barrot, franski uttanríkisráðharrin og Vivian Motzfeldt, grønlendska uttanríkisráðfrúan hittast í Nuuk
Mynd: Jean-Noel Barrot, X  
 
31.08.2025 - 14:29

Fráboðanin um at Frakland fer at lata upp aðalkonsulát, komu seinnapartin í dag, tá  franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noel Barrot, hevði tíðindafund í Nuuk saman grønlendska uttanríkisráðharranum Vivian Motzfeldt.

Frakland hevur ikki havt umboð í Grønlandi áður.

Fráboðanin kemur ikki óvart á. Tá franski forsetin, Emmanuel Macron, vitjaði í Grønlandi í juni, segði hann, at Frakland fór at lata upp aðalkonsulát í Nuuk - tó uttan at áseta dagfesting.

Ætlanin við aðalkonsuátinum er millum annað  at "styrkja samstarvið millum londini", sigur Barrot.

Franski uttanríkisráðharrin Jean-Noel Barrot vitjar í hesum døgum í Grønlandi.

Tað ger hann fyri at vísa, at Frakland er til staðar,  ísambandi við hóttanir frá Trump um at yvirtaka Grønland.

Við síni vitjan í Grønlandi vísir franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noel Barrot, "samhuga við Danmark, Grønlandi og grønlendska fólkið í sambandi við aktuellar avbjóðingar."

Tað sigur franska uttanríkisráðið í fráboðan sambært tíðindastovuni AFP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949