Mótnjósning í Føroyum

Mótnjósning í Føroyum
PET, fregnartænastan hjá donsku løgregluni, metir, at russisk og kinesisk njósning hóttir Grønland og Føroyar
 
01.09.2025 - 06:57

PET, fregnartænastan hjá donsku løgregluni, metir, at russisk og kinesisk njósning hóttir Grønland og Føroyar.

Serliga tey, sum taka avgerðir í londunum báðum, so sum landspolitikarar og embætisfólk, eru hótt.

Hóttanin er mett at vera so stór, at neyðugt er at ansa betur eftir henni í øllum ríkisfelagsskapinum, eisini í Føroyum, og hava størri mótnjósning, kontraspionasju, í øllum trimum londunum.

PET vil ikki upplýsa, hvussu hetta verður gjørt.

Tað stendur í svari frá Peter Hummelgaard, løgmálaráðharra, sum fekk fimm spurningar um russiska reiðaríið Murman Seafood og trolaran Melkart 2 frá føroyanevndini hjá fólkatinginum, sum spurdi fyri Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

Ráðharrin fekk spurningarnar 6. juni.

Danskt verjuskip og flogfør eygleiddu Melkart 2, seinast trolarin var í Føroyum.

Tað var í juli.

Politiið hevði passeftirlit um borð á Melkart 2, tá hann var í Føroyum.

Melkart 2 er nú í Murmansk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025