Umhvørvisstovan fer at burturvísa umsókn um Eirargarð

Umhvørvisstovan fer at burturvísa umsókn um Eirargarð
Umhvørvisstovan heldur ikki, at ráðiligt er at samtykkja uppskot, har endamálið partvíst er at seta tinglýsingar- og matrikkullógávu ur gildi
Nógvir ivaspurningar eru, nú ætlanin er at lata Húsalánsgrunninum bygningin á Eirargarði til lestraríbúðir.
 
01.09.2025 - 08:29

Heimild er ikki í lóggávuni um tinglýsing og matrikul at brúka leistin, sum landsstýrið ætlar at brúka, tá Eirargarður 2 skal latast Húslánsgrunninum.

Og Umhvørvisstovan fer ikki at geva undantak, men at burturvísa umsóknini frá landsstýrinum.

Umhvørvisstovan hevur eitt uppskot um annan leist.

Umhvørvisstovan heldur grundleggjandi ikki, at tað er ráðiligt at samtykkja eitt lógaruppskot, hvørs endamál partvís er at seta tinglýsingar- og matrikkullóggávu úr gildi bara til frama fyri ein bygning.

Leisturin, sum umhvørvisstovan mælir til, er ikki lógarbrot, sigur Umhvørvisstovan.

Sí hoyringarskrivið frá Umhvørvisstovuni her.

Uppskotið hjá landsstýrinum um at lata Húsalánsgrunninum Eirargarð 2 hevur fingið fyrstu viðgerð í tinginum,  er nú rættarnevndini. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666