Roknskaparlóg á føroyskum er á veg

Roknskaparlóg á føroyskum er á veg
Lógin verður tillagað til nýggjar ES-reglur
Broytingar og rættingar verða eisini gjørdar í grannskoðaralógini, vinnufelagalógini og øðrum lógum. (Savnsmynd)
 
03.09.2025 - 08:19

Nýggj ársroknskaparlóg er á veg.

Og hon verður á føroyskum.

Ársroknskaparlógin verður tillagað til nýggju fyriskipanina um roknskap hjá ES og nýggjastu fyriskipan hjá ES um altjóða aðalkrøv um roknskap.

Nakrir umsitingarligir lættar koma fyri fyritøkur, sigur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.

Allar fyritøkur, sum ársroknskaparlógin umfatar, skulu upplýsa miðaltalið av heiltíðarsettum starvsfólkum.

Landsstýrisfólkið kann áseta reglur um, at fyritøkur skulu lata Skrásetingini upplýsingar um nettosøluna. 

Enn er ikki greitt, hvussu hendan fráboðan kann vera.

Men Uttanríkis- og Vinnumálaráðið sigur, at tað miðar eftir at finna eina skynsama loysn, sum ikki er ov tyngjandi hjá fyritøkunum.

Landsstýrisfólkið kann eisini áseta reglur um, at fyritøkur, sum eru skrásettar í einum keypsskála, kunnu lata Skrásetingini ársfrásøgnina á enskum.

Nú ársroknskaparlógin verður broytt, vera eisini broytingar og rættingar gjørdar í grannskoðaralógini, vinnufelagalógini og øðrum lógum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572