Túsundtals síður av skjølum í Epstein-málinum kunngjørd

Túsundtals síður av skjølum í Epstein-málinum kunngjørd
Nógv skjøl, sum eftirlitsnevndin í amerikonsku kongressini hevur kunngjørt nú, eru almannakunngjørd áður
Ríki handilsmaðurin, Jeffrey Epstein, varð dømdur fyri kynslig brotsverk og menniskjahandil við ungdómi, tá hann doyði í einum fongsli í New York í 2019.
Mynd: New York Times  
 
03.09.2025 - 08:39

Eftirlitsnevndin í amerikonsku kongressini hevur almannakunngjørt meira enn 33.000 síður av skjølum, sum hava við Jeffrey Epstein at gera. Meginparturin av skjølunum hevur longu verið frammi alment.

Hetta hendir eftir at formaðurin í nevndini, republikanarin James Comer, í august heitti á amerikanska løgmálaráðið um at almannakunngera skjøl um Epstein og Ghislaine Maxwell, fyrrverandi unnustu og hjálparkvinnu hjá Epstein.

 

Jeffrey Epstein og Ghislaine Maxwell, fyrrverandi unnusta og hjálparkvinna hjá Epstein. (Mynd: ABC News)

 

Alment kend

Men flestu tekstskjølini, sum nevndin hevur lagt fram, eru longu alment kend, skrivar tíðindastovan AP.

Umframt tekst er talan um myndir og sjónbond. 

AP skrivar, at talan er um myndafílur við fleiri ára gomlum løgfrøðiligum skjølum, sum hava við Epstein og Maxwell at gera. 

Har eru eisini videofílur, sum tykjast vera upptøkur av kropsmyndatólum frá rannsóknararbeiðnum hjá løgregluni, umframt samrøður hjá løgregluni við offur, hvørs andlit eru sjónlig.

 

Linkar neyvan trýstið

Tað fer væntandi ikki at linka trýstið á limirnar í kongressini, um at fáa størri gjøgnumskygni í málinum, nú skjøl eru almannakunngjørd. 

Republikanski leiðarin í tinginum, Mike Johnson, roynir at forða fyri einum átaki frá demokratum og nøkrum republikanarum um atkvøðugreiðslu um eitt lógaruppskot, sum skal krevja, at løgmálaráðið almannakunnger allar upplýsingar í sonevndu Epstein-fílunum, undantikið persónligar upplýsingar um offur.

Ríki handilsmaðurin, Jeffrey Epstein, varð dømdur fyri kynslig brotsverk og menniskjahandil við ungdómi, tá hann doyði í einum fongsli í New York í 2019.

Ghislaine Maxwell var í 2021 funnin sek í at hava menniskjahandlað ungar gentur fyri Epstein. Hon var dømd 20 ára fongsulsrevsing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. desember
RagnarRokk: Peavy Wagner um A New World Rising
201758
Fríggjadag 19. desember
Beinleiðis úr Studio 5 - Magni Christiansen
201750
Fríggjadag 19. desember
Morgunlestur fríggjadagur 19.desember 2025
200538
Hósdag 18. desember
RagnarRokk 18.desember 2025
201239
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Gunnar Thomsen um Psycho Train
201237
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638