Óvist hvørjum standi Eirargarður 2 er í

Óvist hvørjum standi Eirargarður 2 er í
Stjórin í Bústøðum torir ikki at siga, nær flytast kann í bygningin, sum skal umbyggjast til lestraríbúðir
Rættarnevndin, sum viðger uppskotið um at umbyggja Eirargarð 2 til lestraríbúðir, vitjaði bygningin fyrrapartin saman við landsstýriskvinnuni og stjóran í Bústøðum.
 
03.09.2025 - 13:11

Óvist er, hvørjum standi bygningurin á Eirargarði 2 í Havn, er í, nú ætlanin er at umbyggja hann til lestrarbústaðir.

- Eg tori ikki at seta nakra dagfesting á, nær lesandi kunnu flyta inn, sigur Jógvan Ósá, stjóri á Bústøðum.

Hann ivast í, um politiska ætlanin, at lesandi kunnu flyta í bygningin, tá lestrarárið byrjar næsta ár, fer at halda.

 

Jógvan Ósá.

 

Fyrrapartin vitjaði rættarnevndin í løgtinginum Eirargarð 2 saman við landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum og stjóranum í Bústøðum.

Uppskotið um at umvæla Eirargarð 2 til íbúðir til lesandi og ung liggur í rættarnevndini.

Hoyr samrøðu við Jógvan Ósá, stjóra í Bústøðum, í útvarpstíðindunum: 

 

03092025_Jogvan_Osa

 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357