Zlatko Dalic: Tit sleppa at síggja Luka Modric

Zlatko Dalic: Tit sleppa at síggja Luka Modric
Føroysku fótbóltsfjeppararnir sleppa at síggja Luka Modric móti Føroyum. Tað váttaði kroatiski landsliðsvenjarin, men ávaraði eisini um, at einki verður tikið fyri givið
Luka Modric á Tórsvølli til venjing í kvøld
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
04.09.2025 - 19:43

Kroatiska landsliðið er lent í Føroyum og hevur havt tíðindafund á Tórsvølli í kvøld. Á tíðindafundinum vóru Zlatko Dalic, sum hevur verið kroatiskur landsliðsvenjari síðani 2017, og verjuspælarin úr Fiorentina, Marin Pongračić.

Báðir tveir hildu fyri at Kroatia skal vinna dystin, men ásannaðu eisini at tað verður ikki lætt. Fyrstur at svara var Marin Pongračić. Hann segði ikki so nógv, men eftir at hava sagt at Kroatia skuldi hava seks stig í hesum landsliðsumfarinum, so segði hann eisini at Kroatia má fyrst og fremst vinna hendan dystin.

 - Eg vænti at vit koma at hava bóltin nógv og skulu leypa á. Vit skulu spæla skjótt, skjóta upp á mál og fáa nógv innlegg. Tað er eisini týdningarmikið, at vit fáa fyrsta málið, tí tað kann gera at vit fáa meira pláss at spæla á. Vit mugu eisini vísa ábyrgd í verjustøðu, segði Marin Pongračić, sum ongantíð hevur roynt at spælt móti føroyskari mótstøðu.

 

 

Venjarin hjá Kroatia lovaði tvey ting. Áskoðararnir á Tórsvølli sleppa at síggja Luka Modric, og at kroatar ongantíð – so leingi hann er venjari – sleppa at undirmeta ein mótstøðu.

 - Ja, tit sleppa at síggja Luka Modric. Vit vænta ikki ein lættan dyst. Vit skulu ansa eftir deyðbóltunum og langu sendingunum hjá føroyingunum. Vit skulu hava tol við bóltinum og ikki lata fjáltur koma á okkum, um vit fáa mál beinanvegin, segði Zlakto Dalic.

 

 

Hann legði afturat, at hann stólar upp á sínar spælarar, at taka røttu avgerðirnar við bóltinum, fyri at lata føroysku verjuna upp. Kroatia er uttan Manchester City spælararnar Mateo Kovačić og Joško Gvardiol.

HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Kroatia verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Sjónvarpið hjá Kringvarpinum vísur dystin eftir Dag og Viku.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Hósdag 15. januar
RagnarRokk: Robby Thomas Walsh um Banned
201515
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Hósdag 15. januar
Nýtt ljóð
202744
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571