Horvnir útlendingar: Politiið arbeiðir við fleiri møguleikum

Horvnir útlendingar: Politiið arbeiðir við fleiri møguleikum
Suðurkoreansku systrarnar, sum framvegis eru eftirlýstar, høvdu ikki ferðaseðil úr aftur Føroyum
Pedro Enrique Moreno Hentz úr Mekisko og Soo Jung Park og Soo Yeon Park úr Suðurkorea eru øll horvin, meðan tey hava verið á vitjan í Føroyum.
 
08.09.2025 - 14:06

Tey trý ferðafólkini, sum hvurvu í síðstu viku, eru framvegis ikki funnin, men løgreglan arbeiðir við fleiri hypotesum, sigur Kári Jacobsen, deildarleiðari á kanningardeildini hjá løgregluni.

Tær báðar suðurkoreansku systrarnar, Soo Jung Park og Soo Yeon Park, sum blivu burur við Trælanípuna týsdagin, høvdu ikki ferðaseðil úr aftur Føroyum.

 

Komu úr Barcelona 27. august

Soo Jung Park og Soo Yeon Park komu við Atlantsflogi úr Barcelona mikudagin 27. august og blivu burtur týsdagin 2. september. Sambært løgregluni høvdu tær ikki ferðaseðil úr aftur Føroyum.

Løgreglan í Føroyum hevur verið í sambandi við suðurkoreanskar myndugleikar gjøgnum "Sektion for International Informationsudveksling hjá ríkisløgregluni."

 

Kári Jacobsen er leiðari á kanningardeildini hjá politinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Millum annað er løgreglan áhugað at vita meira um sálarstøðuna og sosialu umstøðurnar hjá báðum kvinnunum. Men higartil hevur ikki borið til at fáa aðrar upplýsingar enn, at talan er um systrar.

68 ára gamli meksikanarin, Pedro Enrique Moreno Hentz, sum bleiv burtur á sama stað mikudagin 3. september, er heldur ikki komin afturíaftur. Løgreglan sigur, at hann hevði ferðaseðil heim aftur, og at hann hevur vitjað í Føroyum áður.

Hoyr samrøðu við Kára Jacobsen, leiðara á kanningardeildini hjá politinum, í útvarpstíðindunum: 

 

08092025_Horvnir_utlendingar

 

 Tey, sum hava upplýsingar um Soo Jung Park og Soo Yeon Park úr Suðurkorea, og meksikanaran, Pedro Enrique Moreno Hentz, kunnu ringja tlf. 351448. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 14. desember
Sunnudagstónar 14. desember 2025
201488
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Sunnudag 14. desember
Bolero
201483
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta í Havnar kirkju
201482
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424